Føroyskt / Færøsk / Faroese Danskt / Dansk / Danish Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Gisting Kunning Um okkum Føroyar Streymoy Ferðist í egnum landi Tiltøk
  
Komandi tiltøk
Veðrið
Myndatænasta
Vælkomin til Tórshavn og til Streymoy




Streymoy er størsta oyggj í Føroyum. Her búgva uml. 22.000 fólk. Her er høvuðsstaður okkara, Tórshavn, sum í dag í vídd fevnir um næstan helvtina af oynni og oyggjarnar Hestur, Koltur og Nólsoy. Miðdepil Føroya liggur í Tórshavnar kommunu.

Tórshavn, Havnin, hevur nógv at bjóða teimum vitjandi. Her er søga, mentan, natúr og býarlív. Men Streymoyggin er ikki bert Tórshavn, her eru størri og smærri bygdir, firðir, sund, dalar og høg fjøll og her eru áirnar. Sambandið er gott allastaðni, tað ber til at fara úr Havn til eitthvørt pláss í Føroyum og koma aftur sama dag.

Gistingarmøguleikarnir er sera góðir í Havnini, og eisini uttanfyri høvuðstaðin ber til at gista í ból og biti, summarhúsi, bygdarhúsi og gistingarhúsi. Tjaldingarpláss við plássi fyri tjøld og búvognum er eisini. Havnin hevur nógv góð matstøð og úrvalið spennir frá gourmetmatstovu til kaffistovur. Í Vestmanna er ein matstova og kaffistovur í Nólsoy, Vestmanna og Tjørnuvík.

Við hesari heimasíðu bjóðar Kunningarstovan teimum vitjandi at kunna seg nærri um alt, oyggin hevur at bjóða.

 
Nýtt
16-03-2012
Mánadagskonsertir - ókeypis atgongd
Summartónar og Norðurlandahúsið skipa fyri ókeypis mánadagskonsertum Tíðarskeið: 11. juni - 13. august 2012 Mánadagar kl. 15.00


17-04-2012
Fyrilestur um Facebook
Viðkomandi fyrilestur fyri teg, ið arbeiðir við samskifti og marknaðarføring við Thomas Bigum serfrøðingi innan sosialar miðlar.


23-05-2012
Ítróttardagur í Sandavági
Árligi ítróttardagurin verður í ár hildin í Sandavági mikudagin 23 maj, og vilja vit við hesum bjóða vælkomið til øll, sum ætla at luttaka.


22-05-2012
Lesiringurin á Klaksvíkar bókasavni
Lesiringurin hittist aftur 22. mai kl. 19.30 at tosa um skaldsøguna "Mrs. Dalloway hjá Virginiu Woolf. Skaldsøgan "Mrs. Dalloway" er ein av teim best kendu hjá Virginiu Wollf, og kom út í 1925


16-05-2012
Gongutúrur niðan á Slættaratind
Sunnudagin 20 mai gongur leiðin niðan á Slættaratind. Farið verður av Kunningarstovuni kl. 10


Eldri tíðindi
Kunningarstovan í Tórshavn - Á Vaglinum - Postboks 379 - 110 Tórshavn - tel +298 30 24 25 - fax +298 31 68 31 - torsinfotorshavn.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula