Føroyskt / Færøsk / Faroese Danskt / Dansk / Danish Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Gisting Kunning Um okkum Føroyar Streymoy Ferðist í egnum landi Tiltøk
  
Komandi tiltøk
Veðrið
Myndatænasta
Vælkomin til Tórshavn og til Streymoy




Streymoy er størsta oyggj í Føroyum. Her búgva uml. 22.000 fólk. Her er høvuðsstaður okkara, Tórshavn, sum í dag í vídd fevnir um næstan helvtina af oynni og oyggjarnar Hestur, Koltur og Nólsoy. Miðdepil Føroya liggur í Tórshavnar kommunu.

Tórshavn, Havnin, hevur nógv at bjóða teimum vitjandi. Her er søga, mentan, natúr og býarlív. Men Streymoyggin er ikki bert Tórshavn, her eru størri og smærri bygdir, firðir, sund, dalar og høg fjøll og her eru áirnar. Sambandið er gott allastaðni, tað ber til at fara úr Havn til eitthvørt pláss í Føroyum og koma aftur sama dag.

Gistingarmøguleikarnir er sera góðir í Havnini, og eisini uttanfyri høvuðstaðin ber til at gista í ból og biti, summarhúsi, bygdarhúsi og gistingarhúsi. Tjaldingarpláss við plássi fyri tjøld og búvognum er eisini. Havnin hevur nógv góð matstøð og úrvalið spennir frá gourmetmatstovu til kaffistovur. Í Vestmanna er ein matstova og kaffistovur í Nólsoy, Vestmanna og Tjørnuvík.

Við hesari heimasíðu bjóðar Kunningarstovan teimum vitjandi at kunna seg nærri um alt, oyggin hevur at bjóða.

 
Nýtt
27-01-2012
Listaframsýning við John av Reyni
Tann 24. februar 2012 opnar ein listaframsýning við John av Reyni í Smiðjuni í Lítluvík.


29-01-2012
Tey óndu
Sjónleikabólkurin TVAZZ er farin undir 4. leikverk sítt, síðani bólkurin varð stovnaður í 2006. Hesu ferð við leikinum Tey óndu eftir Niklas Rådstrøm (SV). Spælt verður frá 21. Januar til 05. Febuar – hvørt kvøld uttan mánakvøld – kl. 20 á Tjóðpalli Føroya.


03-02-2012
Elisabeth Myllhamar er Ársins sandoyingur
Ársins sandoyingur fekk handað blomstur, klokku og ferðaseðil til Danmarkar í summar


16-01-2012
Uriah Heep kvøld við John Lawton + Deiggj
Fyrsta vikuskiftið í februar fáa føroyskir Heep fjepparar og onnur aftur møguleika at uppliva John Lawton, fyrrveranda sangara í Uriah Heep ,saman við føroyska rockbólkinum Deiggj, sum í september høvdu spælt saman í heili 30 ár.


15-11-2011
Broyttar afturlatingartíðir
Kunningarstovan í Havn fer framyvir at lata aftur kl. 16.00 mánadag til fríggjadag. Leygardag verður opið sum vant.


Eldri tíðindi
Kunningarstovan í Tórshavn - Á Vaglinum - Postboks 379 - 110 Tórshavn - tel +298 30 24 25 - fax +298 31 68 31 - torsinfotorshavn.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula Media