Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
29. mars 2025 kl. 21
Prísur
DKK 200

200 & HAM (IS)

HAM vitjar 200 í mars.

Hetta vinalagið hevur verið heilt síðani bólkarnir spældu saman á Norðurbryggjuni fyrst í 00’unum, og samband hevur verið líka síðani.

Seinast spældu bólkarnir saman í Reykjavík í 2023, og á 200-plátuni Reytt Pass frá 2016 var Óttar Proppe frá HAM eisini gestasangari á lagnum “Kristin Dómur”.

Bólkarnir hava eisini gjørt samrøðu í beinleiðis sjónvarpstíðindasending í RUV, har Niels á góðum íslendskum greiddi frá, hvussu tidndingarmikið bjartskygni millum brøðratjóðirnar er.

Nú er tíðin komin til at HAM vitjar 200 í Føroyum. Fyrst í Listastovuni, og síðani í OY.

Eftir at 200 góvu út plátuna ‘Reyvheart’, ta sjeyndu í røðini, eru fyrireikingar so smátt í gongd til áttandu plátuna ‘EL OCHO’. HAM hava givið út 8 plátur. Ta fyrstu í 1989, og ta seinastu í 2020, ‘Chromo Sapiens’.

Køkurin í OY er opin 11.30 – 20.00.