Adrenaline er ein rockbólkur úr Klaksvík, sum við sínum melodiøsa og fangandi rocktónleiki longu hevur vunnið hjørtuni hjá føroyingum. Við hittum sum “Bjarta”, “Dansa”, “Spillikassin” og “DNA” hevur bólkurin fingið alt størri undirtøku.
Teir hava framført kring alt landið og fanga áskoðararnar við sínum framfýsnu og undirhaldandi framførslum. Adrenaline megnar altíð at seta eitt brak av einum showið upp – sangirnir sita fast, og orkestrið strálar av spæligleði.
Vit kunnu lova eitt kvøld, har adrenalinið veruliga fer at pulsera!
Limir í Adrenaline:
Jónas Jacobsen (sang og gittar)
Tórður Sóleyarson (sang og gittar)
Jón Ari Hansen (bass)
Høgni Sørensen (trummur)
Køkurin í OY er opin 11.30 – 20.00.
Bílegg atgongumerki her fyri at tryggja tær pláss.