Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
16. juli 2025 kl. 16 - 16:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Aka Hansen: Hvat er heim? (GL)

Høli: Høllin
Longd: 60 min

Hvussu er tað at vera ættað úr einum staði, hvørs søga er merkt av at vera hjáland, av løstum og stríði fyri sjálvræði? Hvussu ávirka framhaldandi slóðirnar eftir tíðini sum hjáland okkara fatan av heimi og náttúru í Arktis – og í Føroyum?

Hitt Aka Hansen, sum er ein ung grønlendsk listakvinna, filmsleikstjóri, rithøvundur og aktivistur úr Kalaallit Nunaat (Grønlandi). Hon virkar, har list, politikkur og samleiki flættast saman, og hon er ein greið rødd í stríðnum um at avtaka hjálandaveldið bæði í Grønlandi og kring allan heim. Í filmum sínum leggur hon dent á kyn, samkynd og grønlendingar – inuittar – og teirra rætt at siga sína egnu søgu.

Í november 2024 gav Aka Hansen út bókina Manifesti – sum er eitt savn av poetiskum, politiskum og persónligum tekstum um at avtaka hjálandaveldi, mótstøðu og vón.

Til tiltakið fer Aka Hansen at lesa úr Manifesti, at vísa filmsbrot og at bjóða áhoyrarunum til samrøðu. Saman seta vit sjóneykuna á spurningar sum:

  • Hvat er heim, tá tín søga er merkt av kúgan?
  • Hvussu ávirka hjálandaveldi – sum Kina, USA og Russland – Grønland og Føroyar tann dag í dag?
  • Hvørjar nýggjar søgur kunnu vit siga í einum heimi, sum er merktur av veðurlagsbroytingum og ójavna?

Tiltakið gevur rúm fyri grundan, eymleika og nýggjum hugsanum um heim, umsorgan og mótstøðumátt – alt við støði í einum eftirhjálanda- og vistfrøðiligum sjónarhorni.

Spyrjari: Vár Eydnudóttir, mentanarfrøðingur
Vár hevur starvast breitt innan mentanarøkið við samskipan av mentanartiltøkum, filmsarbeiði, undirvísing og gransking. Í løtuni er hon m.a. í holt við at skriva undirvísingartilfar til miðnámsskúlafakið mentanarfatan. Í sínum arbeiði hevur Vár fingið stóran áhuga fyri grønlendskum viðurskiftum og søguliga sambandinum millum Føroyar og Grønland.