

Akustisk útgávukonsert við maður:glotti
Eftir nógv ár við hvør sínari karrieru – Terji Krossteig sum blús tónleikari við framførslum í Danmark, Týsklandi og Føroyum, og Dennis Agerblad sum kabarett- og trash-drag-performari í sjey londum í Evropa – gjørdu teir av at møtast og aftur gera tónleik saman.
Á konsertini fara teir at spæla nýggj løg av komandi heildarútgávuni umframt okkurt eldri lag.
Við á pallinum hava teir roynda basleikaran Kristin Nolsøe Bech.
Dennis Agerblad: sang og kaospadd
Terji Krossteig: gittar og sang
Kristin Nolsøe Bech: bass
Kom til eina hugnaliga løtuni í Tutl.
