Jagged Little Pill – 30 ár og enn líka fantastiskt.
Í ár verða tað 30 ár síðani Alanis Morissette vendi øllum á høvdið við legendarisku útgávuni Jagged Little Pill. Útgávan gav okkum ódeyðilig løg sum Ironic, Hand in My Pocket og You Oughta Know – sangir, sum enn í dag bergtaka, røra og seta orð á tað, ið ofta er torført at siga.
Við sínum sterku tekstum, ósminkaðu ærligheit og ótrúliga góðu melodium gjørdist Alanis Morissette eitt kvinnuligt ikon fyri eina heila generatión í 90’unum. Summar útgávur eldast ikki væl, men hendan plátan hevur staðið tíðarinnar tonn, og er minst líka sterk, rørandi og viðkomandi í dag, sum hon var fyri 30 árum síðani. Og tað skal sjálvandi hátíðarhaldast!
Tríggir av Føroya størstu Alanis-fjepparum – Malan Eyðunsdóttir, Laila Carlsen og Guðrun Sólja Jacobsen – eru klárar at heiðra Alanis við teirra framúrskarandi røddum, nærverandi persónligheitum og einum stórum kærleika fyri Alanis.
Tryggja tær atgongumerki nú, tí hetta verður uttan iva eitt av hæddarpunktunum í føroyska tónleikaárinum!