Høli: Høllin
Longd: 117 min
Átta ár eru liðin, síðani seks ungdómar vórðu álopinir av sagnveruni Qivittoq í Qaqqat Alanngui. Tuuma er ferðaleiðari í Nuuk og siglir ferðafólk runt á sightseeing. Á einum av hesum túrunum biðja ferðafólkini hann sigla til tað staðið, har ungdómarnir vórðu álopinir, og hóast Tuuma er ímóti, játtar hann. Tá tey koma fram, verður illgruni Tuumas til ræðuligan veruleika, og ferðafólkini hvørva. Tuuma siglir skjótt aftur til Nuuk fyri at fáa hjálp frá løgregluni. Men er tað skilagott at venda aftur og leita eftir ferðafólkunum, tá ið Qivittoq’ar eru á spæli í fjøllunum?
Alanngut Killinganni var tilnevnd til Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins 2023:
Leikstjóri: Malik Kleist
Sjónleikarar: Angunnguaq Larsen, Arnarak Patricia Bloch, Mike Thomsen, Jukku Noahsen,
Mál: grønlendskt við donskum undirtekstum
Aldursmark 16 ár – ókeypis atgongd
Tiltakið er stuðlað av Almenna- og Mentamálaráðnum
Um útnorðurdagin
Føroyar, Grønland og Ísland samdust í 2017 um at halda ein felags «Útnorðurdag» á hvørjum ári í øllum trimum londunum. Avgerð varð tikin um, at hesin dagur skuldi vera samstundis, sum vit vanliga hava heystjavndøgur. Fyri at menna samstarvið og felags stevið landanna millum, skulu øll trý londini markera søguna og mentanina í útnorði.