Kristina Thede Johansen er útbúgvin klassiskur saksofonistur og hevði sína solistdebut við Konservatorii í Århus 7. okt. 2023. Hon hevði bílagt fimm verk frá ymiskum føroyskum tónaskøldum. Eitt av hesum verkum er ”Viðljóð” fyri saksofon og elektronikk eftir Onnu Katrinu Egilstrøð, ið Kristina spælir á hesari konsertini.
Ólavur Jakobsen er fremsti føroyski klassiski gittarleikari. Hann hevur spælt eina ørgrynnu av konsertum, bæði her og úti í heimi. Hann hevur alt fram eitt nýtt ætarlið av klassiskum gittarleikarum. Hann hevur bílagt nógv verk frá føroyskum tónaskøldum. Millum hesi er ”Suita” fyri gittar og effect processor, eftir Sunleif Rasmussen, ið Ólavur spælir á hesari konsertini.