Femifagnaður er hátíðarhald og markering av kvinnudegnum í vikuni upp undir og á sjálvum degnum 8. mars. Kvinnudagurin er fagnaðar- og stríðsdagur, og tað eyðkennir eisini tiltøkini í Femifagnaðinum – her eru tiltøk, sum fagna, og tiltøk, sum finnast at.
Ymiskir stovnar og felagsskapir luttaka á Femifagnaðinum, og skráin er tí eisini fjølbroytt og áhugaverd: upplestrar, framløgur, filmssýning, kjak, konsertir, brævaskriving og samrøður eru millum tiltøkini á ársins Femifagnaði.
Kvinnustríð eru ymisk, og hetta sæst eisini aftur í ymisku tiltøkunum og ymisku endamálunum hjá luttakandi pørtum.
Vit stremba eftir at hava eina skrá, sum vendir sær til ymiskar aldurs- og samfelagsbólkar. Øll, sum skipa fyri tiltøkum í samband við altjóða kvinnudagin, eru vælkomin at gerast partur av Femifagnaðinum, og øll, sum hava hug at gerast virkin í Femifagnaðinum eru vælkomin við.
Hvussu?
Sosialu miðlarnir hjá Femifagnaðinum eru mest virknir upp undir 8. mars. Tískil mæla vit til, um tú ynskir samband við okkum aðra tíð á árinum, at tú setir teg í samband við ein av einstaklingunum ella felagsskapunum, sum taka lut í vikuni, eitt nú Kvinnufelagið í Havn:
https://www.facebook.com/kvinnufelag
Stóra skráin er ávegis og verður kunngjørd skjótt.