

Amnesty Føroyar 60 ár: mannarættindafestivalur
Reinsaríið kl. 14: Amnesty Føroyar.
Framløga og prát: Støðan hjá Sámum – Mannarættindabrot og veðurlagsrættvísi.
Aili Keskitalo er sámi úr norður Norra. Í dag starvast hon hjá Amnesty Norra sum ráðgevi innan rættindi hjá upprunafólki og innan veðurlagsrættvísi, men hevur hon eisini verið sámiskur politikari og forseti í Sámatinginum í Norra. Vit eru so heppin, at Aili kemur til Føroya at gera okkum klókari um órættin, ið sámar søguliga hava verið fyri og um nøkur av teimum mannarættindabrotunum, sum sámar eru fyri í dag. Fyri at skilja hesi mannarættindabrot tekur Aili okkum eisini við inn í sámiska mentan og rættindi hjá upprunafólki.
Perlan kl. 16.00: Amnesty Føroyar, Frítt Val og Kvinnufelagið
Verkstova: Abortrættindi.
Vit felagsskapir bjóða til verkstovu nú lógaruppskotið um dagførda abortlóg verður lagt fyri tingið aftur. Vit heita á øll, sum ynskja eina dagførda abortlóg og vilja vera við í stríðnum, um at koma á verkstovuna og saman við okkum felagsskapum leggja arbeiðið fyri framman til rættis. Kanska tit fyrr hava hugsað, at onkur ávísur vinkul hevur manglað í arbeiðinum, tit hava møguliga eitt hugskot til eitt átak ella kanska tit bara eru til dystin fús?
Reinsaríið kl. 16.00: Amnesty Føroyar og Føroyar Lesa. Bókaprát: Mannarættindi í dreymsótt og toran gongur.
Rithøvundurin, Rakel Helmsdal, setur mannarættindi á breddan í tveimum av nýggjastu útgávum sínum. Í dystopisku skaldsøguni Dreymsótt eygleiða vit eitt eftirlitssamfelag, ið er merkt av forfylging, ótta og harðskapi. Við sínum sermerktu myndum setir høvundurin fokus á flóttafólk og kríggj í barnabókini Toran gongur. Í bókini hitta vit einstaklingar, sum hvør í sínum lagi kenna seg einsamøll og fremmand, hóast tey liva undir sama taki. Hvussu kunnu vit menniskju nærkast hvørjum øðrum tvørturum mál, átrúnað, sannføring og húðarlit? Hetta fara Rakel Helmsdal og Marna Jacobsen at umrøða.
Les meira her: https://www.facebook.com/events/1678379936166287
Perlan kl. 18: Reyði Krossur. On the moves: Stories of displacement.
This interactive session examines the complex realities of forced migration. It highlights the human rights at stake and the resilience of those who are displaced, while creating space for dialogue, empathy, and reflection on displacement as both a global challenge and a local experience.
Reinsaríið kl. 19.00: Amnesty Føroyar & LGBT+ Føroyar
Sodaprát: Løgfrøðiligt kynsskifti.
Í flestu londum fáa vit borgarar føðibræv, persónstal ella annað samleikaprógv, sum staðfestir okkara kyn. Ásetta kynið fylgir okkum alt lívið og hevur stóra ávirkan á, hvussu vit verða flokkaði, og hvussu umheimurin møtir okkum. Men júst henda ásetingin er til stóran ampa fyri tvørkynd, sum ikki kenna seg aftur í ásetta kyninum. Í samstarvi við LGBT+ Føroyar varpa vit ljós á júst hesi viðurskifti, og fara m.a. at hoyra frá tvørkyndum persóni og sálarfrøðingi um, tá ið kynssamleikin og ásetta kynið ikki samsvara, og hvørjar avleiðingar hetta kann hava við sær.
Les meira her: https://www.facebook.com/events/24627825200208156
Perlan kl. 20.00: Amnesty Føroyar
Hátíðarhald: Amnesty Føroyar 60 ár!
Vit enda mannarættindafestivalin við einum hátíðarhaldi og fagna okkara limum og at felagsskapurin hevur veirð virkin í Føroyum í 60 ár. Á skránni er:
– Kári Sverrisson og Jazzy Gold spæla nøkur løg
– Annika Sølvará, fyrrverandi forkvinna í Amnesty Føroyum, og Agnés Callamard, altjóða aðalskrivari í Amnesty International, halda røður
– Vavað framførur røðuna “Ein krígspolitikk verður friðarpoetikk” eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger
– Sigri Gaini og Jasmin Mote skipa orð um haturstala, niðrandi tala og samfelagsligar og persónligar avleiðingar
Elisa Vang leiðir okkum trygt og skemtiliga gjøgnum kvøldið. Aftána skránna diskar DJ Lisan Al-Gaib.
Les meira her: https://www.facebook.com/events/663075476386382