Yrkingarnar hjá Edith Södergran nema við okkum og kveikja nakað í okkum við sterku myndunum og viðkomandi evnunum. Hetta kvøldið verður hon heiðrað við tónleiki og orðum, tá Anna Kruse Trio og sjónleikarinnan Stina Ekblad í felag tulka yrkingar hjá Edith Södergran.
Edith Södergran (1892-1923) er ein av týdningarmiklastu røddunum í svensku modernismuni. Hennara yrkingar snúgva seg um sálarlongsul, kærleikans mátt og tráan eftir frælsi. Hóast hon doyði ung, og hennara samtíð var heldur avmarkandi, flutti hon bæði bókmentaligar og mentanarligar karmar, og skrivaði tekstir, sum framvegis eru eins viðkomandi og teir vóru tá.
Yrkingarnar hjá Edith Södergran eru í miðdeplinum í tónleikaheiminum hjá Annu Kruse, sum hevur ikki minni enn sjey útgávur á baki. Tónleikurin er ein samanseting av jazzi, fólkatónleiki og klassiskum tónleiki, sum saman geva yrkingunum hjá Södergran nakað eyka.
Stina Ekblad er ein av mest viðurkendu sjónleikarinnunum í Norðurlondum. Hon hevur heilt serlig evni bæði á palli og filmi at fáa dýpd og nærveru í tulkingina av truplum tekstum – eisini til yrkingarnar hjá Edith Södergran, sum hon hevur framført í fleiri ár.
Umframt Annu Kruse og Stinu Ekblad á palli, eru Jeppe Holst á gittara og steelgittara og Nicholas Kingo á klaver.
Tekstur: Edith Södergran (FI/SE) Sangur og tónasmíð: Anna Kruse (SE/DK)Sangur og upplestur: Stina Ekblad (FI/SE)Gittari, steelgittari: Jeppe Holst (DK)Klaver: Nicholas Kingo (DK)
Um Annu KruseSvenska sangarinnan og tónasmiðurin Anna Kruse hevur leingi búð í Keypmannahavn og verið partur av tónleikapallinum har, síðani hon var skiftisnæmingur á Rútmiska Musikkonservatoriinum í 1998.
Útgávan ”Barndomsträd” varð tilnevnd DMA JAZZ sum besta vokalútgáva í 2021.
GAFFA um útgávuna ”Himlens Rand”:Et gribende smukt, poetisk og vedkommende album af den slags, der kryber ind under huden.
Berlingske:De svenske ord og Anna Kruses fine melodier smelter sammen i smukkest tænkelig enhed.
Politiken:Kruse selv synger med en overbevisende svensk røst, og sangene er smukt arrangeret og spillet af hendes faste orkester. ***** 5 stjerner.