Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
26. apríl 2025 kl. 22 - 22:01
Hvar
OY
Prísur
DKK 200

Annika Hoydal (FO)

Talan er sjálvandi um Anniku Hoydal, sum hevur verið ein slóðbrótandi tónleikari, sjónleikari og ein fyrimynd í einari tíð, tá ið ungar føroyskar kvinnur bert tordu at droyma um at ganga aðrar leiðir enn tær siðbundnu. Hon hevur búleikast í Føroyum, í Suðuramerika og seinastu mongu árini í Danmark. Enn er hon virkin og opin fyri nýggjum avbjóðingum. Saman við beiggjanum, Gunnari Hoydal, sála, hevur hon myndað tónlistarliga landslagið við sangum, sum eru fólkaogn her heima, og neyvan fer nøkur veitsla ella Ólavsøka framvið uttan at fjøldin trívir í sangin um Alduna, sum dregur og tekur um okkara iva.

Tað verur eitt brak av eini framførslu hetta kvøldið i OY, gomul og nýggj løg fara at runga ímillum øltangarnar og við sær á pallin hevur hon nakrar av sínum sen-monnum:

Benjamin Petersen: Sang og guitar

Bartal Augustinussen: Sang og guitar

Torleik Mortensen: Sang og Bas