Upphavsmaður er Sean Baker (f.1971), sum fyrr hevur gjørt eksperimenterandi og tó fleirfalt virðisløntar filmar sum The Florida Project (2017) og Tangerine (2015), sum lýsti transpersónar og varð filmaður við iPhone.
Ársins vinnarafilmur í Cannes, sum vit visa mikudagin, er ein balstýrin komedia, ið byggir á søgu hjá leikstjóranum sjálvum. Úr einum dysti millum Amerika og Russland, tekur hann fyri sær úr ævintýrinum um Øskufíu, ið lýsir eina miseydnaða lagnu millum tey fínu, og ein filmisk siping til Juliu Roberts í Pretty Woman, hómast meir enn so eisini.
Tá Sean Baker fekk Gylta Pálman í Cannes í ár, ognaði hann heimsins sexarbeiðarum virðislønina fyri Anora.
Mikey Madison hevur høvuðsleiklutin sum stripparin Ani úr Brooklyn, sum veruliga eitir Anora og er úr Usbekistan. Tá hon møtir einum russiskum ríkmannasoni byrjar ævintýrið, ið førir tey til Las Vegas. Men russisku foreldur hansara seta sær fyri, at kvetta alt samband millum tey ungu, sum í amerikanskum vilfarililsi hava funnið hvørt annað.
Í øllum teim sniðfundigu løgunum, har alt verður lagt á blik, er Anora ein nútíðar kærleikssøga millum heimsveldini.
Við hesum filmi, sum hevur fingið tey bestu ummæli í allari heimspressuni, fer Filmsfelagið at ynskja okkara trúføstu biografgangarum í Havn eini gleðilig jól.