Hann verður nú 88 ára gamal, og málningarnir hava ongantíð verið betur umtóktir enn nú.
Hansara myndir myndprýða veggir víða um, og hevur hann selt til m.o. Krúnprins Frederik og Prinsessu Mary, niðurlendska konsulátið í Danmark og Listasavn Føroya.
Vegghamar fevnir breitt í motivum, og hóast ikonisku fýrakantaðu húsini eru tað, ið flest fólk hugsa um, tá tey hoyra navnið Arnold Vegghamar, so er hann eisini kendur fyri i náttúrumyndinar av hamrum, urðum og lendingini á Viðoynni.
Tá Vegghamar málar er tað ikki vanligar natúralistiskar landslagsmyndir, men heldur surrealistiskar tulkingar, ið lýsa upplivingina og kenslurnar av náttúruni. Somuleiðis er hann seinnu árini farin undir at gera víðka sín listarliga sjónarring, og málar eitt nú sjálvsmyndir, portrettir og kettumyndir.