Hvussu geva vit kenslum listalig skap? Hvat ger tað við okkum, tá vit uppliva verk við kroppinum? Hetta eru kjarnuspurningar, sum fara at mynda samrøðuna.
Maibrit Marjunardóttir er partur av serframsýningini “Træðrir” við verkinum “Anhedonia”, sum er eitt stórt, svart bundið installatiónsverk, ið fyllir nærum alt rúmið – eisini við ljóði. Til ber at ganga ímillum bundnu skapini, og ljóðmyndin styrkir ta kroppsligu upplivingina. “Anhedonia” merkir manglandi evni at kenna gleði ella at njóta upplivingar, sum annars høvdu verið gevandi. Hetta hugtakið verður ofta knýtt at tunglyndi ella strongd. Sambært Maibritt Marjunardóttur hevur tilgongdin at skapa hetta verkið verið eitt slag av terapi ella meditatión – ein máti at binda seg burturúr einari kenslu.
Guðrið Poulsen er fjøllistakvinna, ið arbeiðir í ymiskum formatum og tilfari. Landslag og náttúra eru ein sentralur leiklutur í hennara list, eins og tað kvinnuliga er afturvendandi. Eitt dømi er 5 metrar høga, abstrakta standmyndin, sum er tilevnað kvinnum, ið doyðu í barsilssong. Minnismerkið, sum stendur í Fuglafirði, gevur kenslum og minninum skap. Hennara list skapar rúm til søgur – persónligar eins væl og samfelagsligar – sum fáa eitt ítøkiligt og samstundis abstrakt skap, sum bæði er monumentalt og einfalt um somu tíð.
Listafólkaprátið fer at snúgva seg um, hvussu vit uppliva list við kroppinum, og hvussu kenslur kunnu fáa skap gjøgnum listaligar tilgongdir. Eisini fer prátið at snúgva seg um tilfar, tilgongd, abstraktíon og kvinnusøgu.
Listafólkaprátið byrjar kl. 16. Listasavnið er opið frá kl. 11-17 og møguleiki er at vitja framsýningina “Træðrir” áðrenn listafólkaprátið byrjar. Eftir prátið ber til at seta spurningar.
Hetta er sætta tiltakið í einari røð av tiltøkum, ið Listasavn Føroya skipar fyri í samstarvi við Listafelag Føroya.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.