Listafólkaprát við listakvinnunum Maibritt Marjunardóttur og Guðrið Poulsen. Turið Nolsøe, Ph.d. í retorikki, verður orðstýrari.
Listafólkaprátið fer at snúgva seg um, hvussu vit uppliva list við kroppinum, og hvussu kenslur kunnu fáa skap gjøgnum listaligar tilgongdir. Eisini fer prátið at snúgva seg um tilfar, tilgongd, abstraktión og kvinnusøgu.
Listafólkaprátið byrjar kl. 16. Listasavnið er opið frá kl. 11-17 og møguleiki er at vitja framsýningina Træðrir áðrenn listafólkaprátið byrjar. Eftir prátið ber til at seta spurningar.
Hetta er sætta tiltakið í einari røð av tiltøkum, ið Listasavn Føroya skipar fyri í samstarvi við Listafelag Føroya.
Maibrit Marjunardóttir er í løtuni partur av serframsýningini “Træðrir” við verkinum “Anhedonia”. “Anhedonia” er eitt stórt og svart bundið installatiónsverk, ið fyllir nærum alt rúmið – eisini við ljóði. Til ber at ganga ímillum bundnu skapini og ljóðmyndin laðar uppundir kropsligu upplivingina. Orðið “Anhedonia” merkir manglandi evni at kenna gleði ella at njóta upplivingar, sum vanliga høvdu verið hugtakandi ella gevandi. Anhedonia verður ofta sett í samband við tunglyndi ella strongd. Sambært Maibritt Marjunardóttur hevur tilgongdin at skapa hetta verkið verið eitt slag av terapi ella meditatión – tað at binda seg burtur úr eini kenslu.
Guðrið Poulsen er fjøllistakvinna og arbeiðir bæði í stórum og lítum formati. Landslagið og náttúran spæla ein sentralan leiklut í hennara list, og somuleiðis er tað kvinnuliga eitt afturvendandi evni. Nevnast kann 5m høga standmyndin fyri kvinnur deyðar í barsilssong, ið stendur í Fuglafirði. Við minnismerkinum gevur Guðrið bæði kenslum og minnum skap. Søgurnar – bæði tær persónligu og samfelagsligu – fáa eitt ítøkiligt og samstundis abstrakt skap og byggja á eina rúmliga uppliving, ið er bæði monumental og lítillátin um somu tíð.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.