Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
30. oktober 2025 kl. 19 - 19:01
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis atgongd

Avleiðingar av ov seinari útgreining

ADHD felagið vónar at skapa tilvit, sum kann birta undir einum konstruktivum virðiligum kjaki, har loysnir skulu finnast, soleiðis at Føroyar kunnu verða førandi – at javnseta psykiatri og seta tíðliga inn, soleiðis at øll verða útgreinaði rættstundis – tað gevur nevnliga útlit til somu lívsgóðsku, sum onnur, mált á livitíð, inntøku og heilsu.  

ADHD felagið fer at varpa ljós á samfelagsligar avleiðingar av ov seinari útgreining, tí uttan viðgerð er nógv størri vandi fyri misnýtslu, óarbeiðsføri, hjúnarskilnaði, kriminaliteti og at fáa fylgisjúkur so sum tunglyndi, angist v.m.

Tórunn Højgaard Ósá námslektari, fer at leggja fram tøl frá Ph.d granskingini, sum hon leggur seinastu hond á: “Títtleikin av ADHD og autismu hjá børnum og ungum í Føroyum og teirra fylgisjúkur frá 2004 til 2022”. Eisini fer stuttliga Eyð-Britt Tjaldrastein, at hugleiða um avleiðingarnar av ADHD.