Støða: Fá pláss eftir
Høli: Høllin
Longd: 90 min.
Eyka sýning verður 28. apríl kl. 19. Tekna teg her
Bakkafrost fegnast um at kunna bjóða tær til ókeypis sýning av dokumentarinum ”BAKKA”.
Seinastu tvey árini hevur journalisturin Óluva Zachariasen saman við myndafólki fylgt nøkrum av eldhugaðu starvsfólkunum hjá Bakkafrost. Burturúr hesum er ein dokumentarur gjørdur, sum gevur eitt serligt innlit í, hvat Bakkafrost ger og gerandisdagin hjá leiðslu og starvsfólkum – líka frá røkt av íleggjarum til røkt av laksi. Møguleiki verður at seta spurningar.
Eftir sýningina verður borðreitt við brellbitum og onkrum afturvið kaffinum.
Sýningin er ókeypis, men fyri at tryggja tær pláss mást tú bíleggja eitt atgongumerki.
Sí forfilmin: BakkaDok Trailer – YouTube
Fyriskipari av tiltakinum: Bakkafrost