Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
17. januar 2025 kl. 17
Prísur
DKK 50 – 150

Barnafilmsfestivalur: Setan

Høli: Høllin, Forhøllin
Longd: 120

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava Føroyar fingið ein barnafilmsfestival, BFF. Hetta skal fagnast!

Setanin av Barnafilmsfestivalinum verður í Norðurlandahúsinum, har vælumtókti tónleikabólkurin DJ Kings byrja filmsfestivalin við einum braki. Undirhald fyri øll børn og barnsligar sálir.

Síðani verður live-dubbað sýning av Oscar-tilnevnda teknifilminum, Úlvafólk.

Snøgt sagt merkir live-dubbing, at meðan tit njóta filmin í biografmyrkrinum, sita leikarar á fremstu røð við mikrofon og pannulykt, og leggja føroyskar røddir til – beinleiðis úr salinum!   

Úlvafólk
Filmurin snýr seg um eina unga gentu, sum fer til Írlands við pápa sínum við tí fyri eyga at avoyða seinastu úlvarnar. Her verður hon vinkona við eina djarva gentu úr eini duldarfullari ætt, sum sigst at kunna broyta seg til úlvar um náttina. Filmurn er ein sera flottur animatiónsfilmur og var m.a. nomineraður til ein Oscar fyri besta animatiónsfilm.

Filmurin hóskar seg best til aldursbólkin úr 7 ár 

Atgongumerki
Undir 13 ár: 50 kr.
Yvir 13 ár: 150 kr. 

Fyriskipari
Filmshúsið hevur tikið stig til barnafilmsfestivalin, hvørs endamál er at geva børnum úr øllum aldursbólkum eina góða filmsuppliving, og kveikja teirra áhuga og forvitni fyri filmi á føroyskum.

Um filmin
Uppruna heiti: Wolfwalkers.
Longd: 103 min
Framleiddur: 2020.
Land: Írland, Luxembourg, Frakland
Leikstjóri: Tomm Moore & Ross Stewart.
Aldur: 7+ 

Týðing av handritið til føroyskt: Trygvi Danielsen 
Leikstjóri: Durita Dahl Andreassen.