Barnajól í Margarinfabrikkini
Leygardagin 7. desember kunnu børn í øllum aldursbólkum fara forbí Margarinfabrikkini til tiltakið Barnajól.
Fabrikkin hevur opið hús frá 11:00 til 16:00 fyri børn, ung og vaksin. Øll eru vælkomin at ganga runt í fabrikkini og hyggja og luttaka í ymisk ítriv.
Skráin fyri dagin:
- Jólabakaríið – børnini baka jólakøkur – Posthúskjallarin
- Prent – børnini fáa høvi at gera sítt egna prent – Margarinfabrikkin
- Jólabomm – Børnini fáa høvi at gera jólabomm – Margarinfabrikkin
- Jólastjørnurnar – Børn og ung úr Margarinfabrikkini fara at framføra í Posthúskjallaranum kl. 14.00
- Leir – Børnini evna úr leiri saman við Guðrið Poulsen – Margarinfabrikkin
- Salong – Børnini fáa høvi at blíva andlitsmálaði, fáa jóla neglalakk og flætta og sett hár – Posthúskjallarin
- Jólaprýði – Børnini gera jólaprýði – Margarinfabrikkin
Tiltakið er ókeypis, og tað er ikki neyðugt at tekna seg áðrenn.
Øll eru hjartaliga vælkomin!