

Barnakonsert: Univers på Vers (DK)
Høli: Skálin
Longd: 60 min.
Vi sidder i en rumraket på vej af sted fra skole
Og vi har alle købt billet til sidste stop før solen
Vælkomin umborð! Univers på Vers bjóðar allari familjuni á eina tónleikaferð við søgum, ið verða sagdar við stuttligum rímum, yvirraskandi orðaspæli og løgum, sum tú uttan iva fert at syngja við til.
Tónleikurin fellur væl í oyrað, er spælandi og verður framførdur av nøkrum av teimum allarbestu djasstónleikarunum í ríkinum. Saman skapa tey eitt tónleikaunivers, sum børn, ung og vaksin fáa gleði av ‒ og sum ger konsertina til eina uppliving til alla familjuna.
Undir konsertini verða áskoðararnir bodnir við í rørslur, rytmur og dans. Men tað eru tónleikurin, frásøgnin og góði songurin, sum bera alt ‒ frá fyrsta tóna til síðsta steðg áðrenn sólina.
Kom við, tá rakettin verður skotin!
Pelle von Bülow: gittar
Morten Grønvad: vibrafon
Ole Skipper: bass
Rasmus Lund: trummur
Anders Jacobsen: basún
Anne-Ditte Scheibye: songur
Univers på Vers er partur av RÚMDARDAGAR, eini røð av tiltøkum, har Norðurlandahúsið yvir eitt vikuskifti varpar ljós á alheimin.
