Benjamin Rajani er ein føroyskur sangari og sangskrivari, ið skrivar nemandi yrkingar og fangandi løg. Tónleikurin er eyðkendur av norðurlendskum sorgblídni við íblástri frá eitt nú Sigur Rós og Neil Young.
Í ummæli av konsertini, hann hevði á G! Festivalinum í 2023, skrivar Uni L. Hansen fyri Kringvarpið, at “Benjamin hevur veruligan X-factor, ið er trupul at seta orð á… eitt huglag, ein sjarma og ein grundleggjandi musikalitetur.”
Og at konsertin var ein “staðfesting av, at føroyska singer-songwriter sjangran hevur tað gott”.
Benjamin gevur sína debut heildarútgávu út næsta ár, og fyrstu tvey stakløgini, “Royni enn at gloyma” og “Mánakvøld”, eru komin út.
Stakløgini hava millum annað ført til eina grein í stóra danska tónleikablaðnum GAFFA, umframt eina samrøðu á DR P5.
Mynd: Beth Dearden