Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
01. mai 2025 kl. 22 - 22:01

Bliss Quintet (NO)

Dramatiskar, máttmiklar balladur, fanfarukend hornriff, fløktar rútmur og opin harmonisk landsløg eru aðaltættir hjá Bliss Quintet. Tónleikurin leggur dent á spælandi samskifti, villa orkuríka nærveru og element av fríspæli í fótafetunum hjá kendum norðurlendskum bólkum sum Atomic og Masqualero. 

Aftaná útgávuna av seinnu fløguni Glasshouse í 2023 á Jazzland Recordings hava teir verið virknir á túri við framførslum á klubbum og festivalum sum Jazzwoche Burghausen, Jazzclub Ferrara, Moldejazz og Jazzahead

»Har er ivaleyst ein serstøk og merkisverd dygd allastaðni á útgávuni Glasshouse, ið tryggjar Bliss Quintet eitt oddapláss í samtíðarjazzinum«, skrivaði Steven James í Jazz in Europe.

Oscar Andreas Haug – Trompet
Zakarias Meyer Øverli – Saksofon
Benjamín Gísli Einarsson – Klaver
Gard Kronborg – Bass
Rino Sivathas – Trummur