Høli: Skálin
Longd: 2 tímar
Nuuk, hin 14. mars 1970. Ein ógvuslig gassspreinging í blokki 5 kostar 11 fólkum lívið, uppaftur fleiri eru særd og spreingingin sendir ein skelk ígjøgnum alt Grønland.
Hendan vanlukkuliga hendingin er støðið undir heimildarfilminum Blok 5, sum Anders Berthelsen hevur framleitt. Filmurin hevur tikið heili seks ár at framleitt, tí serligur dentur er lagdur á, at tilfarið er satt og álítandi, so at endurgevingin av tíðini, tá vanlukkan hendi, er so røtt sum yvirhøvur til ber.
Í filminum hoyra vit eisini um Eli Damberg, handverkara, sum yvirlivdi spreingingina.
Tá heimildarfilmurin verður sýndur, fer Anders Berthelsen at siga nøkur orð um filmin saman við Klaus Georg Hansen, sum fer at siga eitt sindur um søguligu tíðina um 1950 -1979. Aftaná verður tíð til spurningar og prát.
Um Anders Berthelsen
(f. 1980) hevur síðan 2009 rikið Made in Nuuk Production. Hann er royndur myndamaður, ljóðmaður og dronuførari og tekur sær sjálvur av allari eftirviðgerð í framleiðslunum. Anders hevur arbeitt við nógvum framleiðslum fyri m.a. Netflix, National Geographic og DR, umframt at hann hevur gjørt sjónbandaløg, filmslýsingar og poddvørp og beinleiðis sendingar. Blok 5 (2020) er fyrsti heimildarfilmur, sum hann einsamallur hevur staðið fyri, og nú er hann í gongd við fleiri nýggjar heimildarfilmar.
Um Klaus Georg Hansen
(f. 1961) er mag.art. og cand.mag. í mannfrøði og grønlendskum máli og mentan frá Aarhus Universiteti (1992), harumframt hevur hann ph.d. í grønlendskari hjálandasøgu frá Aalborg Universiteti (2016). Hann hevur granskað og útgivið um hjálandasøgu, um urbanisering, samfelagsmenning og politiska søgu í Grønlandi. Hann hevur síðani 2023 rikið KGH Productions, sum framleiðir heimildar- og fiktiónsfilmar. Klaus var við til at framleiða grønlendska-kekkiska stuttfilmin Oqaluttuap Akia (2024).