Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
29. mars 2025 kl. 19 - 19:01
Prísur
DKK 210

Blues Perlan

Tú merkir tað beinanvegin – tað kitlar í oyrunum, tá ið fyrstu riffini frá gittarunum lýsa rúmið upp, og ein djúp, rustað rødd floymir úr hátalarunum. Golvið ristir av tungum trummum og bassi, og mann kann næsta føla hjartaslátturin hjá tónleikinum, sum reikar gjøgnum rúmið.

Skjótt byrjar kroppurin at sveiggja í takt við tónarnar. Øll eru í góðum lag, summi við einum køldum glasi í hondini, onnur fangaði av løtuni, meðan fangandi tónar fylla Reinsaríið við søgu, passión og reinari gleði.

Hvør einasta framførsla er ein smakkiroynd av blues himmalinum. Sum ein klassa tónleikabuffét, har bara tað besta er gott nokk. Hetta er tað, vit hava bíðað eftir í eitt heilt ár!

So, um tú vilt uppliva eitt kvøld, har tú ikki bara hoyrir blues, men eisini merkja og livir blues – so er Blues Perluna rætta staðið fyri teg.

Her fært tú bólkarnar:
Næturljóð
Terji Krossteig
The Crosswind Band
Uni Debess & The Tomcats
Froðbiar Sóknar Blues Orkestur