

Blúskvøld við Una Debess & Terja Krossteig
Uni hevur givið fitt av tónleiki út, og hóast hann onkuntíð er farin eitt sindur fólkatónleikaravegin, hevur hann ongantíð heilt slept bluestónleikinum, sum hann hevur verið so framúr góður til at tulka.
Uni Debess ger góð løg og góðar sangir, og lagt er upp til blues av besta slagi, tá ið Uni spælir.
Terji Krossteig spælir og syngur blús á Føroyskum. Hann hevur tríggjar blús útgávur at sær á Danska blús plátufelagnum Straight Shooter Records og eisuni eina DMA nominering í 2017 við fløguni “Útisetablús” ið var tilnevnd “Årets blues album”.
Danski blús tíðindamaðurin Peter Widmer skrivar um Terja: “Hvør konsert við Terja Krossteig er ein uppliving í sær sjálvum, og sum hann sjálvur sigur um blússformin, hann skerur framúr í: “Tað er ikki Chicago blues! Tað er ikki Texas blues! Tað er ikki Piedmont blues, heldur ikki country blues! Tað er Norðuratlantshavsblús!.
Terji er ein framúrskarandi skemtari, gittarleikari og sangari. Harumframt eigur hann ein heitan og avvápnandi humor, sum kann fáa sjálvt teir mest treisku áhoyrararnar at yvirgeva seg. Við øðrum orðum dugir Terji sítt ting”.