Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
15. november 2025 kl. 13 - 13:01
Hvar
Norðurlandahúsið

BÓK – við Lív Maria Róadóttir Jæger

Høli: Skálin
Longd: 45 min.

Í nýggja yrkingasavninum BÓK eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger eru 54 yrkingar. Her hitta vit einum “tey”, ið roynir at lýsa eina heila lívsverð – kroppur, nalvi, lær, vørr, negl, kjálki, smíl, natúr, apublóma, á, ivi, fyrigeving, psyka, sex og relation. Yrkingarnar eru intimar speglingar, upplivaðar sannkenningar skrivaðar sum um frá einum kollektivum minni um okkurt sum er farið fram – sum var verðin ikki til meir. Ella, sum var verðin nú til fyri fyrstu ferð.

“Jag ser den här lyriska ”berättelsen” som en modern skapelseberättelse. […] Jag hör författarrösten, och det är en suverän författares röst […] Detta är på något sätt öppna dikter. Dikter som får ta sin början hos läsaren. Här finns språklig stringens och språklig skönhet. Men diktens ärende göms inte bakom metaforer och bildspråk. Det synliga finns där för att förmedla och förkroppsliga, så starkt som det genomförs i dikterna som berör sexualiteten […] En suverän och krutstark bok. En skildring av oss alla som är svidande klar, en bok att ständigt vända tillbaka till. ”Bók”.” 

                                (Anna Fohlin Mattson, rithøvundur og lesari fyri Forlagið Eksil)

Lív Maria Róadóttir Jæger (f. 1981), yrkjari
Lív hevur givið út yrkingaplátuna Mítt navn við hondskrift (2014), v/Lasse Jæger og Steinprent Tórshavn, søvnini Hvít sól (2015, Mentunargrunnur Studentafelagsins) og Eg skrivi á vátt pappír (2020, Forlagið Eksil), og í samstarv við SUPERVISJÓN hevur hon skrivað tekst og lagt rødd til plátuútgavuna FAST TRAKK (2023), og útgivið xerografisku heftini WICKED FYSIKK (2023, Bandcamp), DE ANIMA, BITCH, hennara undirgangur er undirgangur okkara alra – ein sálarmessa fyri Britney (2023, Bandcamp), EIN KRÍGSPOLITIKK VERÐUR FRIÐARPOETIKK – Tað, sum hendir í Gaza, rúmast ikki í short-form content á sosialum miðlum (2025), eitt samstarv við Amnesty International Føroyar.

Fyri savnið Eg skrivi á vátt pappír fekk Lív virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir, og varð tilnevnd bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2021. Yrkingasavnið BÓK kemur út á Forlagnum Eksil á heysti 2025.

Forlagið Eksil er eitt føroyskt forlag, sum hevur útgivið nýggjar røddir og eksperimenterandi bókmentir á føroyskum. Forlagið hevur staðið fyri útgávum av fleiri av teimum mest markantu rithøvundunum í Føroyum í dag, m.a. Vónbjørt Vang, Beinir Bergsson, Lív Maria Róadóttir Jæger, Guðrið Poulsen, Anna Malan Jógvansdóttir og Sissal Kampmann. Eksil arbeiðir tvørfakliga og hevur kuraterað tiltøk, sum t.d. sameina bókmentir, list, millum annað á G!-festivalinum og altjóða. 

Fyriskipari: Forlagið Eksil