

Høli: Klingran
Longd: 90 min.
Vit skjóta árligu Bókadagarnar í gongd við einum spennandi kvøldi við yrkingum, operasangi og heiðran av føroyskum rithøvundum.
Kuluk Helms og Þórgunnur Anna Örnólfsdóttir
Kvøldið byrjar við eini listarligari framførslu við grønlendska/danska yrkjaranum Kuluk Helms og íslendsku sangarinnuni Þórgunnur Anna Örnólfsdóttir.
Helms lesur upp úrvaldar yrkingar úr yrkingasavninum Min sjæl har vokseværk (2023), og Örnólfsdóttir tulkar yrkingarnar við operasangi.
Eftir framførsluna hittast tær báðar listakvinnurnar í samrøðu um temað í verkunum og um teirra samstarv tvørtur um skaldskap og tónleik.
Tónasmiður: Finnur Hansen (IS)
Fyriskipari: Norðurlandahúsið
Heiður til tríggjar rithøvundar
Aftaná framførsluna verður møguligt at keypa okkurt gott til góman frá matstaðnum Titu, áðrenn Ebba-virðislønin verður latin ungum rithøvundi, ið vísir serlig evni. Rithøvundurin Ebba Hentze lat Rithøvundafelagnum part av sínum arvi til virðisløn at heiðra lovandi ungum høvundum. Virðislønin verður handað árliga.
Síðani fer Rithøvundafelagið at tilnevna tveir heiðurslimir, ið hava gjørt eitt megnar arbeiði fyri bókmentir og felagið. Í hesum sambandi verða bøkur hjá høvundunum vístar fram.
Tiltakið er fyri øll bókmentaáhugað.
Fyriskipari: Rithøvundafelagið.
Vit gleða okkum at síggja teg og seta hol á ársins Bókadagar.