Hóast hann varð fríkendur á øllum økjum, so hevur hann mangan upplivað, hvussu tað er at verða dømdur í fólkadómstólinum.
Kensluborið og botnerliga umrøður hann lív sítt, sum til tíðir er baldrut. Hann lýsir barnaheimið saman við sínum kæru foreldrum, sum í mong ár vóru virkin í Heimamissiónini. Hann umrøðir kynsliga misnýtslu, dóttrina, ið gjørdist álvarsliga sjúk, sína egnu uppgerð við Heimamissiónina, gleði, kærleika, strongd og ikki minst trúgv sína og kallið sum prestur.
Bókin er hansara egna verk, har Randi Mohr, tíðindafólk, hevur verið við á síðulinjuni og sett spurningar. Randi hevur útgreinað brot í lívi hansara. Ein uppgáva, ið hon við eldhuga og takksemi hevur átikið sær.
Sonur Hans Eiler – Hans Martin Hammer – er útbúgvin innan sang og fer eisini at syngja nakrar føroyskar vísur fyri okkum.
Skráin fyri kvøldið
– Vælkomin
– Tónleikur v/Hans Martin Hammer
– Framløga av bókini
– Tónleikur v/Hans Martin Hammer
– Samrøða v/Randi og Hans Eiler
– Tónleikur v/Hans Martin Hammer
Til ber at keypa bókina á staðnum. Eisini verður kaffi, te, øl, vatn og ein køkubiti at fáa.