Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
26. september 2024 kl. 20
Prísur
Ókeypis atgongd

Bókaframløga: “Marta, Marta”, eftir Marjun Syderbø Kjelnæs

Turið Sigurðardóttir bjóðar vælkomin, Brynhild Thomsen hevur samrøðu við høvundin og Eivør Pálsdóttir kemur at spæla nøkur løg.

Marjun Syderbø Kjelnæs (f. 1974) er MA í føroyskum bókmentum og máli, umframt at hon útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur. Hon hevur frammanundan skrivað leikrit, yrkingar, stutt- og skaldsøgur umframt sangtekstir.

Um bókina
Sum nítjan ára gomul fór Marta í kibbuts í Jordandalinum. Árið var 1993 og hon setti sær fyri, at gera sær stríð av sínum sansaðu upplivingum, mitt í einum politiskum og átrúnaðarligum brennidepli. Nú ein ísraelsk vinkona kemur til Føroya at vitja hana tretivu ár seinni, er tað heilaga landið meira enn nakrantíð eitt opið sár. Men hví ber ikki til at hyggja at tí, sum tað er? spyr Marta.

Marta í Nýggja testamenti fekk at vita, at hon skuldi ikki gera sær óneyðugt stríð, men velja hin góða lut. Marta í skaldsøguni spyr, hvat hin góði lutur er í einum trongskygdum heimi fullum av órættvísi?