Loading Events
Nær
04. oktober 2025 kl. 17 - 17:01
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis atgongd

Bókaprát: Forfylging og einsemi í Dreymsótt og Toran gongur

Í dystopisku skaldsøguni “Dreymsótt” eygleiða vit eitt eftirlitssamfelag, ið er merkt av forfylging, ótta og harðskapi. Við sínum sermerktu myndum setir høvundurin fokus á flóttafólk og kríggj í barnabókini “Toran gongur”.

Í bókini hitta vit einstaklingar, sum hvør í sínum lagi kenna seg einsamøll og fremmand, hóast tey liva undir sama taki. Hvussu kunnu vit menniskju nærkast hvørjum øðrum tvørturum mál, átrúnað, sannføring og húðarlit?

Hetta fara Rakel Helmsdal og Marna Jacobsen at samrøða um á mannarættindafestivalinum, sum Amnesty Føroyar skipar fyri 4. oktobur nú tað eru 60 ár liðin, síðan Amnesty Føroyar varð sett á stovn.