Á býnum veksur gras
Klokkan 17-18.30
Bókmentir og arkitekturur við rithøvundunum Anna Maria Bogadóttur (Ísland) og Guðrið Poulsen. Moderator er Heidi Poulsen, arkitektur. Samskipað hava Føroyski bókmentafestivalurin, Arkitektafelagið, Listasavn Føroya og Íslenska aðalkonsulátið í Føroyum.
Hvussu verður býurin skiltur í modernaðum bókmentum, og hvussu við ranguni á býnum, tað sum vit kanska ikki vilja síggja? Hetta tiltakið er um persónligar søgur hjá hesum høvundum, ið hava eyga við ætlanum og horvnum sporum í okkara nærumhvørvi og í býnum. Hvussu okkara umhvørvi formar okkara ferð gjøgnum lívið. Hesin heimurin kann vera, sum tey siga á fronskum, eitt terrain vague, tvs. eitt millumstað á leiðini, ella eitt óvist stað, ein heimur av bæði eldri verkætlanum, av skrelli, skrambli, ið blandast við tonkum um, hvussu framtíðin fer at vera einaferð. Hvussu er tað at vera menniskja í einum landslagi ella einum býi í broyting, millum náttúruna og okkara broytingar av henni? Hvussu myndar okkara umhvørvi okkum sum menniskju, tá vit vita, at tilfeingi jarðarinnar ikki er ótømandi?
Anna María Bogadóttir er íslendskur arkitektur og høvundur, ið arbeiðir tvørfakligt millum bókmentir, arkitektur og við visuellari list. Hon var innstillað til Norðurlensku bókmentavirðislønina í 2024 við bókini “Jarðsetning”. Hon spyr í sínum verkum, hvussu okkara umhvørvi myndar okkum sum menniskju, og hvussu vit kunnu handfara óburðardyggar hugmyndir um tilfeingi jarðarinnar. Hennara autofiktiva skaldsøga “Jarðsetning” sameinir arkitektur og bókmentir við einari persónligari og heimspekiligari frásøgn um bygningar og teirra lívssøgu.
Guðrið Poulsen er listakvinna og føroyskur høvundur. Hon arbeiðir við leiri, og sum høvundur skrivar hon um sambandið millum býin og náttúruna, millum menniskja og umhvørvi. Hendan ’jarðarpoesi’ setir orð á, hvat tað merkir at liva á jørðini, hvussu tað er at vera til í einum landslagi, at kenna ein serligan taktilitet, hvussu likamið er til í einum rúmi, millum náttúruna og okkara broytingar av henni, hvussu minnir um ættarlið og teirra spor finnast í heiminum.
Norðurlendskir yrkjarar
Kl. 19-20
Tiltak um yrking har Oddfríður Marni Rasmussen og Arnbjørn Ó. Dalsgarð hava samrøðu við Johan Jönson úr Svøríki og Hauk Ingarsson úr Íslandi. Teir fara at lesa upp og samskifta um sítt virki sum yrkjarar. Samskipað hava Føroyski bókmentafestivalurin, bókmentatíðarritið Vencil og Íslenska aðalkonsulátið í Føroyum.
Johan Jönson er ein av kendastu yrkjarunum í Norðurlondum í dag. Hann hevur skrivað 21 yrkingasøvn og er instillaður til Norðurlensku bókmentavirðislønina tríggjar ferð, seinast í 2024. Í bókini Nollamorfa møta vit einum manni, sum fyri nøkrum árum síðani fór frá sum vaktmeistari. Nú er hann raktur av Parkinson-demens, og vit fylgja hansara seinastu tíð í einum eldraheimi, til null, sum setur punktum fyri hesa niðurteljing í rithøvundaskapinum hjá Jönson – og knýtir seg aftur at hansara hugsan um, at “poesiin er null”.
Haukur Ingvarsson er íslendskur rithøvundur. Hann vann Tomas Gudmundsson bókmentavirðislønina fyri yrkingasavnið Ecostentialism (2018), sum sameinir vistfrøðilig og eksistentiell evni. Menn, sum elska menn (2021) er eitt humoristiskt yrkingasavn um maskulinitet, kærleika og vinalag, við trimum parallellum pørtum, ið knýta lesaran tætt at tekstinum.