BUDA (LULU ROUGE) Brynjolfur & Anthony Charles
BUDA er ein av mest respekteraðu diskaranum og tónleika framleiðarunum í Danmark, við einari karrieru, sum spennir yvir fýra áratíggju. Frá hip hop og reggae í 80’unum til eyðkenda djúpa, elektroniska klub-ljóðið, hevur BUDA verið við til at mynda skandinavisku undirgrundina, líka síðan elektroniskur tónleikur gjørdi innrás í Danmark.
Saman við T.O.M myndar BUDA ikonisku elektronisku duo’ina Lulu Rouge, kend fyri sína serligu, dubbaðu og cinematiska ljóðmynd, sum hevur fingið altjóða viðurkenning. Teirra debut-album Bless You varð róst víða um, og nýggj útgáva er ávegis.
BUDA hevur eisini remiksa og framleitt fyri nøvn sum Moby, Trentemøller, Gus Gus, Phil Collins, Robbie Williams og Telepopmusik, og hevur verið partur av slóðbrótandi chill-out verkætlanini Banzai Republic, sum útgav klassiska albumið “This Is Where The Fun Starts Early In The Day.”
Við 6 Danish Deejay Awards, yvir 200 compilation-útgávum og framførslum kring allan knøttin er talan um ein sannan veteran í altjóða klubb heiminum. BUDA skal upplivast, og tit kunnu gleða tykkum til eitt djúpt, bass-tungt og sexy house-sett við tekniskari perfektion og reinari undergrounds orku.
Brynjolfur og Antony Charles hita upp fyri fyri BUDA.
18 Ára Aldursmark.