Loading Events
Nær
30. apríl 2026 kl. 22 - 22:01
Hvar
Blábar
Prísur
DKK 150

Carsten Knudsen (DK) – A “Nightingale” comes North

Tað er maðurin, sum spældi Gertrud Sand og Günther í The Julekalender.

Á skránni eru sangir bæði úr egnum baklistum, frá tíðini við De Nattergale og kendir sangir úr The Julekalender.

Kvøldið bjóðar upp á bæði poetisk, frekt og innihald við einum skálkabrosið– monologar, sangir og instrumentalar framførslur.
Hann er bæði undirhaldari, tónleikari og tónasmiður.

Við ukuleluni sum soloinstrumenti hevur hann spælt á Sibelius-savninum í Finnlandi, á Blue Mountain Ukulele Festival í Avstralia, í Noregi, Svøríki – ja, enntá í Tokyo.

Hin meira kenda síðun av honum kenna nógv sum skemtiligan komikara og tónleikara. Hetta kvøldið fer hann at brúka alla palettina.
Sungið verður á vestjútskum mállagi, ríkisdonskum, enskum og “denglish”.

Á pallinum er Carsten Knudsen , og saman við honum er ukulele úr Hawaii, guitarar, didgeridoo, harmonium (pumpuorgil), munnharpa og onnur ljóðføri.

Carsten hevur rukkurí pannuni – tí, at heilin á honum er krúllaður.