Leygarkvøldið 24. mai verður nakað heilt serligt, tá Danny & the Veetos traðka á pallin á OY.
Eftir longri steðg eru teir nú aftur við nýggjum løgum og somu góðu orku, sum altíð hevur eyðkent bólkin. Fyrsta staklagið á teirra komandi EP eitur “Home Is Where You Are” og kemur út tann 11. apríl.
Kvøldið verður fylt við teimum kendu hittunum, nýggjum løgum og nostalgiskum løtum.
Kom ein túr, tak vinfólkini við, og upplivi eina heilt serliga og hugnaliga konsert, ið fangar kensluna av føroyskum summarkvøldum.