

Dansiverkstova fyri yrkispallistafólk (SE)
Høli: Høllin
Longd: 60 min.
Hvussu sansa vit hvørt annað uttan at nerta við hvørt annað? Hetta fara vit at kanna á hesari verkstovuni.
Við improvisatión kanna vit, hvussu vit kunnu sansa nærveruna hjá hvørjum øðrum og kenna á okkum næstu rørsluna.
Svenski bólkurin Land Before Time tekur íblástur úr rørslunum í vatni. Arbeitt verður við rørsluteknikkum sum slowmotion, popping og isolation – og vit kanna, hvussu hesir kunnu lata upp fyri øðrum mátum at samskifta og samspæla við kroppinum.
Verkstovan er til øll pallistafólk – dansarar og onnur áhugað eru somuleiðis hjartaliga vælkomin.
Vit vera á dansimottuni í Høllini.
Kostnaður: Ókeypis – ikki neyðugt at melda til, tað er bara at møta upp.
Undirvísarar: Joanna Holewa Chrona & Yared Tilahun Cederlund frá Waterkind
Waterkind er partur av verkætlanini In the Current, ið Vár Bech Árting hevur kuraterað og samskipað. Verkætlanin er ein verkætlan undir Startup Forum, ið verður fíggjað av Aerowaves – einum dansipallur við partvísari fígging frá ES.