Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
08. mars 2025 kl. 17:30 - 22

Demokratiabussurin 2025

Á altjóða kvinnustríðsdegnum 8. mars verður sum vant stórt tiltak í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Og sum siður er, stendur Demokratia fyri ókeypis bussambandi millum Havnina og Fuglafjørð í sambandi við tiltakið.
Tiltiknu sangheftini verða handað út í bussinum, og í ár fer Ása Helena Brynjarsdóttir at spæla undir til felagssang.
Vit gleða okkum til ein hugnaligan og stuttligan busstúr!

Til ber at tekna seg til ókeypis bussferðina umframt tiltakið ‘Kvinnan í líkningini’ á heimasíðuni hjá Mentanarhúsinum í Fuglafirði: www.mh.fo

GG: Pláss er fyri umleið 50 fólkum í bussinum.

Her ber til at lesa meira um tiltakið í ‘Kvinnan í líkningini’ í Mentanarhúsinum í Fuglafirði: https://www.facebook.com/events/3876165182643287

UM BUSSFERÐINA
Leiðin gongur gjøgnum Eysturoyartunnilin, og vit steðga ymsastaðni á vegnum, bæði til Fuglafjarðar og aftur til Havnar.
Vit vera í Fuglafirði umleið ein tíma áðrenn tiltakið byrjar, og høvi verður at keypa sær góðan mat og drekka. Stutt eftir at tiltakið er liðugt, skundar bussurin sær avstað aftur við kós móti miðstaðarøkinum, soleiðis at vit vera aftur í Havn um 21-tíðina, har stórt tiltak verður í Perluni í miðbýnum.

Ferðaætlan (vegleiðandi tíðir):
– Av Bursatanga kl. 17.30
– Frá Løkshøll kl. 17.45
– Av Skipanes krossinum kl. 18.00
– Úr Gøtudali kl. 18.10

 

UM FEMIFAGNAÐIN
Femifagnaður er hátíðarhald og markering av altjóða kvinnustríðsdegnum, sum fevnir um fleiri dagar. Kvinnustríðsdagurin er fagnaðar- og stríðsdagur, og júst hetta eyðkennir eisini tiltøkini á Femifagnaðinum: tiltøk sum fagna og tiltøk sum finnast at.

Skráin hjá Femifagnaðinum 2025 sæst her:
https://www.facebook.com/events/9474217452599467/
Les um tiltakið ‘Altjóða Kvinnustríðsdagur í Perluni’ her:
https://www.facebook.com/events/1719426545643760