Skeiðið er fyri 15-25 ára gomul, ið hava áhuga í tónleiki og disking. Við royndum undirvísarum og professionellari útgerð, fært tú venjing í at miksa tónleik, skapa huglag og tín egna samleika. Eisini bjóða vit mentorskap, so tú kanst byggja sjálvsálit og fáa eitt netverk innan DJ-umhvørvið.
Tær nýtist ikki at hava nakra útgerð við, fyri at tilmelda teg. Undirvísingin er 6 ferð á 1 1/2 tíma hvør, og er ein til ein, og gongur fyri seg í Ostahúskjallaranum aftanfyri Reinsaríið og Perluna.
Tilmelding er opin – tryggja tær eitt pláss og ver við til at styrkja DJ mentanina í Føroyum!
– Við tveimum áratíggjum í tónleikaídnaðinum sum yrkis DJ, havi eg framført til mong fjølbroytt tiltøk í Føroyum og uttanlanda. Seinastu 15 árini havi eg undirvíst í DJ-tøkni fyri næmingum í øllum aldri. Og eg brenni fyri at fremja fjølbroytni innan list og mentan, sigur Michael Antony Charles, fyriskipari.
Tórshavnar Kommuna stuðlar tiltakinum.