

Høli: Skálin
Longd: 30 min.
Kom og hoyr søguna um djørvu Sáru Skinflugu! Á Bókadøgum 2025 verður nýggja, upprunaføroyska myndabókin Djarva Sára Skinfluga løgd fram, og søgan verður lisin upp.
Søgan snýr seg um Sáru Skinflugu, sum býr í einum hjalli, sum stendur í einum hugnaligum garði. Hon er ein superskinfluga, og ein dagin, tá tað regnar sera illa, fær hon eina innbjóðing til eina bindiklubbaveitslu í rabarbugarðinum. Nøkur av hinum smákyktunum í garðinum gera klárt til stóru veitsluna, hóast tað regnar illa – og skjótt kemur onkur í neyð. Tíbetur er djarva Sára Skinfluga til reiðar at hjálpa!
Tónleikarin, sangskrivarin og nú eisini barnabókarithøvundurin Mourits Mohr Joensen hevur skrivað søguna um Sáru Skinflugu, og Jórunn Davidsen hevur myndprýtt bókina. Á Bókadøgum fara tey at siga frá bókini í stuttum, og síðan verður søguupplestur, meðan stuttligu og litføgru myndirnar verða vístar. Bókin verður til sølu og til ber at fáa hana signeraða.
Fyriskipari: Bókadeild Føroya Lærarafelags