Loading Events
Nær
04. juli 2026 kl. 21:30 - 23:15
Hvar
Perlan
Prísur
DKK 210

Dupultkonsert Uni Debess & the Tomcats + upphiting

Uni Debess & The Tomcats eru ein av teimum mest royndu og vælumtóktu blues- og rootsbólkunum í Føroyum. Við rótum, sum stinga djúpt og einum jarðbundnum, men kraftmiklum úttrykki, hava teir virkað bæði heima og uttanlands í meira enn tveir áratíggju.

Bólkurin vann Prix Føroyar 2005, hevur verið tilnevndur besti tónleikabólkur, og stendur aftan fyri 13 heildarútgávur umframt fleiri stakløg. Live framførslurnar eru merktar av svingandi grooves, áræði og nærveru – við bæði nýggjum løgum og útvaldum favorittum sum Sugar Mama, The Well, Life Is a Picture, Crossroad Blues og I’m Gone, umframt siðbundnum bluesperlum.

Uni Debess & The Tomcats:
Uni Debess – sang, guitar
Edvard N. Debess – bass, kór
Finnur Hansen – orgul, kór
Inga Laksáfoss – klaver, kór
Rógvi á Rógvu – trummur, kór