Átakið Earth Hour er lætt at vera við í. Sløkk ljósið í ein tíma! Nýt tíman til at gera okkurt, sum er jaligt og ger mun fyri okkum menniskju og okkara heimstað, Jørðina.
Jarðartímin 2025 er ásettur at vera leygardagin 22. mars frá kl. 20.30 til kl. 21.30. Earth Hour rørslan er vaksin ár undan ári, og í Føroyum var Tórshavnar kommuna fyrst at taka undir við henni.
Síðani 2009 hevur kommunan sløkt gøtuljós og skipað fyri tiltøkum hendan tíman í mars.
Løtan, tá ljósið verður sløkt, er somuleiðis eitt gott høvi at hugsa um, hvat vit saman kunnu gera fyri at verja og varðveita náttúruna, vit liva í og av.
Altjóða Earth Hour-stigtakararnir siga á heimasíðuni earthhour.org, at fyrsta mál hjá rørsluni var at gera vart við veðurlagsbroytingarnar, men at síðani er oyðingin av djóra- og plantusløgum vorðið eitt líka týdningarmikið mál. Her eru sjey uppskot frá Earth Hour til, hvussu vit kunnu nýta Jarðartíman:
Kommunan sløkkir ein stóran part av gøtuljósunum í Havn hendan tíman frá klokkan hálvgum níggju.