

Tiltakið er til frama fyri Ivonnu Johansen, sum í sjey ár hevur stríðst við krabbamein. Hon hevur fingið nógvar viðgerðir, sum hava ávirkað hennara lívsgóðsku álvarsliga. Tí hevur hon nú sett sítt álit á eina viðgerð í Týsklandi, sum hon nú er farin undir. Hendan viðgerðin er sera kostnaðarmikil, og av tí at hon ikki fæst í føroyska heilsuverkinum, má Ivonna sjálv gjalda fyri hana – umframt fyri ferðing og uppihald í Týsklandi fleiri ferðir.
Konsertin er ein felags stuðulsgáva, har listafólk geva sína tónlist til endamálið. Millum annað spælir sonurin hjá Ivonnu, Bogi, við sínum bólki Jam Bois. Eisini verður møguligt at keypa listaverk frá Ivonnu sjálvari. Á tiltakinum verður eisini møguligt at fáa okkurt leskiligt at njóta saman við tónleikinum.
Atgongumerkið kostar 175 kr., men tú ert eisini vælkomin at lata meira, um tú vilt stuðla eyka. Baklandið aftanfyri tiltakið er hjálparfelagsskapurin Næstin, sum Björg av Rana Nietzhe stendur á odda fyri.
Alt arbeiði er sjálvboðið – hvør ein króna fer beinleiðis til viðgerðina hjá Ivonnu. Allar upphæddir gera mun, og stuðulin verður móttikin við stórum takksemi. Ynskir tú at stuðla, ber til at flyta eina upphædd á konto 9181-6084933, viðmerk: Ivonna.