Høli: Skálin
Longd: 90 min (íroknað steðg)
Ofta verður sagt, at vit kunnu meta, hvussu gott eitt samfelag er, eftir hvussu tey veikastu í samfelagnum hava tað. Um so er, so er vælferðarsamfelagið ikki so gott, sum vit halda.
Samfelagið, vit liva í, gloymir tey, ið bera brek, hóast 30% av okkum hava annaðhvørt eitt kropsligt ella sálarligt brek at stríðast við, og hóast flestu okkara við tíðini fáa okkurt brek, um vit gerast nóg gomul.
Í veruleikanum er tað helst so, at vit liva í einum heimi, sum ber kropslig og sálarlig brek, og kortini tosa vit nærum ongantíð um hetta.
Men hetta kvøldið fara vit tó at tosa um tað! Danski yrkjarin og aktivistur fyri tey, ið bera brek, Caspar Eric, tekur okkum aftur til stovnanina av vælferðarsamfelagnum og fram til lív sítt við cerebral parese. Frá K.K. Steincke til eina summarferiu í Barcelona, sum broytti alt. Frá at noyða fólk at verða steriliserað til sáttmálar fyri tey, ið bera brek.
Vit fáa innlit í eina søgu um svik, um vón og um alt tað vakra, sum vit ikki fáa lut í, tá eitt samfelag ikki rúmar øllum. Vit fáa eina søgu um vælferðarsamfelagið, og um tey, vit gloyma alt ov ofta, og eina søgu um at støpla seg fram í lívinum, og um ein heim, sum møguliga skjótt má byrja at síggja seg sjálvan bera brek.
Caspar Eric gav fyrsta yrkingasavnið 7/11 út í 2014 og hesum á baki eru fleiri yrkingasøvn komin úr hansara hond. Hann hevur cerebral parese sum avleiðing av at vera føddur ov tíðliga – eitt brek, sum hann lýsir í fleiri av bókum sínum, m.a. Nye balancer – Handicapdigte frá 2023.
Umframt bókmentavirðislønir, hevur hann vunnið Helene Elsass virðislønina í 2022 fyri leiklut sín sum fyrimynd og fyrisprákari fyri fólk við cerebral parese.