Leonard Cohen andaðist í 2016, og hann hevði eina langa yrkisleið bæði sum skald, rithøvundur, og ikki minst sum sangskrivari og sangari. Á minniskonsertini verður leitað víða, har sangir heilt frá fyrstu útgávu hansara “Songs of Leonard Cohen” og til ta seinastu “Thanks for the Dance”, ið varð útgivin eftir deyða hansara í 2019, vera at hoyra.
Bárður hevur í fleiri umførum framført sangir hjá Cohen, og serliga hava tað verið føroyskar týðingar. Í 2013 gav Niels Midjord, sáli, nevniliga út fløgu við sangum hjá Cohen á føroyskum, har tað við hepnari hond hevur eydnast Niels og øðrum at føroyska 10 sangir hjá Cohen. Nakrar av týðingunum vera eisini á sangskránni hetta novemburkvøldið á Reinsarínum.
Nei, eingin er sum Cohen, tað er vist; men tó kunnu fólk vænta sær eina góða og serstaka konsert, har sangir hansara vera í miðdeplinum við nærlagni og virðing. Verið væl komin!