Vit hitta Ritu (Zoe Saldana), sum er advokatur í eini stórari fyritøku, ið higartil hevur lagt seg eftir at fáa brotsmenn fríkendar, heldur at fáa teir í rættin. Ein dagin fær hon høvið at sleppa gerandisligu uppgávunum, ið eru farnar at møða hana. Tað er illagitni kartell-leiðarin Manitas del Monto, sum vil hava Ritu at hjálpa sær at leggja lívið um. Fyrst vil hann sleppa inntøkugevandi virkseminum sum brotsmaður. Síðan vil hann hava Ritu at hjálpa sær, at fáa ein gamlan loyniligan dreym, sum nú troyngir seg so mikið á, at ganga út: Meksikanski brotsmaðurin vil nú gerast tann kvinna, hann altíð hevur droymt um at verða. Spanska Karla Sofía Gascón hevur høvuðsleiklutin sum bæði Emilia Pérez og Manitas del Monto.
Kontroversiella og avbjóðandi evnið hevur skapt nógv kjak á sosialu miðlunum. Kom og hygg eftir mest umrødda filmi higartil í ár.
(Jacques Audiard Frakland, Meksiko, Belgia 2024 132 min)