Bólkurin Enekk varð stovnaður í 1991, og hevði lagið “Eru vit til?” við á útgávuni “Amnestytónum” sama árið. Árini 1993-2004 gav Enekk fýra fløgur út. Hóast aðrar útgávur ikki eru komnar frá bólkinum, hevur hann verið at hoyrt á konsertum í Føroyum og uttanlands við longri og styttri millumbilum síðani tá. Seinasta ferðin var á G! festivalinum í 2024.
Nógvir tónleikarar hava verið partur av bólkinum í ymsum tíðarskeiðum, m.a. bulgarskir fólka- og jazztónleikarar, men bulurin í bólkinum hevur verið Kári Sverrisson, sang og gittar, Agnar Lamhauge, bass, og Óli á Grindafløtti, klaver, synth og harmoniku. Umframt teir vera Høgni Klakkstein, trummur, og Heðin Ziska Davidsen, el-gittara og elektronikk, við á konsertini í OY. Høgni spældi trummur og ásláttur á fyrstu útgávuni hjá Enekk, “Andlit hins tigandi”, og Heðin var við á útgávuni “Meðan vit nærkast jørðini,” ið er seinasta útgávan hjá bólkinum.