Í summar verður Ester Skála við bólki at hoyra á Summartónum.
Hennara tónleikastílur er pop-kendur, men hellir eisini ímóti elektroniskum og hyper-pop tónleiki.
Ester skal eisini framføra á G! og á summarfestivalinum; So tað er at fylgja við í summar. Annars hevur hon og hennara dugnaligu, trúføstu tónleikarar framført ymstastaðni í Føroyum, til fleiri ymisk høvir.
Gjøgnum árið hevur Ester so við og við útgivið nýggjan tónleik sum ofta hevur verið spælt í útvarpinum. Og á útgávukonsertini í OY (samband við Summartónum) verður hennara LP útgivið við einum brakið! Støkkið inn á gólvið á Summartónum: tað verður gott!
Vit gleða okkum at síggja teg!
Ester Skála (sang)
Ásla Astrid Olsen (kór)
Vinjar Egilsnes (tangentar)
Noe Chapparro (bass)
Harald Fonnsdal Johannesen (trummur)