Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
20. februar 2025 kl. 20 - 20:01
Prísur
Ókeypis atgongd

Ester Skála við bólki

Hennara tónleikastílur er pop-kendur, men hellir eisini ímóti elektroniskum og hyper-pop tónleiki.

Sangteksturin er einkultur og poetiskur, og snýr seg oftani um kenslur og lívsins viðurskifti, ið verða lýst í einum dreymakendum dæmi. Ester dámar væl litin ljósareytt, og bjóðar sínum lurtarum við inn í hennara egnu “PinkPop”-tónleikaverð.

Eisini skal hon framføra á summarfestivalinum, og sum heild hava hon og hennara dugnaligu, trúføstu tónleikarar framført við henni ymstastaðni í Føroym, til ymisk høvir.

Í ár fer Ester at útgeva nýggjan tónleik so við og við, inntil hennara LP verður útgivin í summar.

Lagið MELLOW CAT var útgivið 17. januar, og dagin eftir framføsluna í Sirkus, verður næsta staklagið BECOME útgivið.

Støkk inn á gólvið á Sirkus 20. februar! Vit gleða okkum at siggja teg!

Trummur: Harald Fonsdal Johannesen
Bassur: Noe Chapparo
Tangentar: Vinjar Egilsnes Petersen
Backup Sangari: Karla Hansen
Sangari: Ester Skála