Høli: Alt húsið
Longd: 12-17
Umhvørvisvikan og Norðurlandahúsið bjóða familjum til ein spennandi dag við alskyns virksemi fyri børn og vaksin.
Á skránni verða spíriverkstovur til børn, fyrilestrar fyri vaksin, rundvísing í nýggjum vakstrartunli, sum eisini er opin at vitja, barnabio, bøtiverkstova, plantuveiðuferð og ymiskt annað ítriv, sum familjur kunnu gera saman.
Slóða fyri framtíðini hjá børnum okkara og komið til burðardyggan familjuhugna.
Skráin er hendan:
12.00 Norðurlandahúsið letur upp.
Ítrivsstøðir, vakstrartunnil o.a. eru klár og opin til kl 17.00
13.00 Spíriverkstova fyri børn, 7-11 ár (tilmelding krevst. Tilmeldingin byrjar 28. apríl)
13.00 Rundvísing í vakstrarstunlinum
14.00 Sashiko-brodering – bøt og betra klæðir við japanskari brodering (tilmelding krevst. Tilmeldingin byrjar 28. apríl)
15.00 Spíriverkstova fyri børn, 7-11 ár (tilmelding krevst. Tilmeldingin byrjar 28. apríl)
15.00 Rundvísing í vakstrarstunlinum
16.00 Grønmeti til føroyskar garðar – fyrilestur við Siggu Rasmussen og Karinu Toftegaard
Kom og lær við allari familjuni!
Fyriskipað av Tórshavnar Kommunu og Norðurlandahúsinum.